Akraberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin í morgin

vinna08-10-2019 - 19:52 - Jóanis Nielsen

 Frystitrolari Akraberg siglir heim úr Barentshavinum við fullari last, teir verða á Fuglafirði um 3-tíðina í morgin.

Akraberg hevur 900 tons av frystum og harafturat 400 tons av súrløgu, teir skulu landa frysta fiskin til Bergfrost í Fuglafirði og súrløguna til Havsbrún.

Akraberg royndi fyrra partin av túrinum í russiskum sjógvi og seinna partin í svalbardøkinum, teir fóru avstað 25. august.

Tað eru 24 mans við, skipari er Erland Olsen.

Anfinn Olsen reiðari sigur, at tá ið liðugt er at landa, tá skal skipið til árligt eftirlit, tað verður gjørt á Skála, reiðarin roknar við, at Akraberg verður klárur aftur til fiskiskap um góðar tvær vikur.