Akraberg fer nýggjan túr í morgin

vinna23-05-2020 - 13:17 - Jóanis Nielsen

 Akraberg, sum seinasta túr var á rækjuveiðu í Barentshavinum, er nú riggaður til at fara á toskaveiðu, teir hava lagt  veiðuna upp hjá Bergfrost í Fuglafirði - 700 tons av rækjum.

Teir fara avstað í morgin seinnapartin, teir fara í Barentshavið at royna.