Akraberg fer nýggjan túr í morgin

Vinna10-02-2018 - 18:26 - Jóanis Albert Nielsen

Akraberg sum kom á Fuglafjørð fyri trimum døgum síðani, fer nýggjan túr í annaðkvøld. Akraberg hevur júst landa 900 tons av avhøvdaðum/frystum fiski og 400 tons av súrløgu.

Í annaðkvøld fer Akraberg so nýggjan túr í norska partin av Barentshavinum. Skipari verður Erland Olsen, og manningin fer at telja 24 mans.