Akraberg er farin at sigla heim

vinna07-03-2018 - 21:16 - Jóanis Nielsen
Frystitrolarin Akraberg er farin at sigla heim fullur undir lúkurnar av skráskornum/kruvdum fiski - Akraberg hevur 900 tons. Akraberg hevur roynt í norskum sjógvi.

Akraberg hevur havt rokfiskiskap, teir fóru úr Føroyum 11. februar, tað eru 24 mans við, skipari er Erland Olsen.


Væntandi verður Akraberg heima seint leygardagin.