Akraberg er farin at sigla heim fullfermdur

vinna11-01-2019 - 15:29 - Jóanis Nielsen

 Frystitrolarin Akraberg fór í morgun at sigla heim fullfermdur - 900 tons av frystum, avhøvdaðum fiski og 400 tons av slógvi.

Akraberg fór úr Føroyum 9. desember, teir fiskaðu fyrst kvotuna í russiskum sjógvi og fluttu so í norskan sjógv.

Teir sigla nú á kontrollpunktið og so beinleiðis heim til Føroyar, væntandi verða teir á Fuglafirði týsdagin, sigur reiðarinn Annfinn Olsen.

Akraberg landar tað frysta til Bergfrost og slógvið til Havsbrún.

Tað eru 24 mans við hendan túrin, skipari er Eyðun á Bergi.