Áki Egilsnes fer at spæla í Íslandi

ítróttur10-08-2017 - 18:59 - Jóanis Albert Nielsen

Áki Egilsnes er júst fluttur til Íslands, har hann skal spæla hondbólt fyri KA Akureyri. Í Akureyri høvdu tey eitt hondbóltfelagið í fjør, sum flutti niður í næstbestudeildina. Og síðani er felagið fari í tvey.

Áki Egilsnes sigur í kvøld við jn.fo, at hann hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála, og KA Akureyri ætlar sær beint uppaftur í bestu deildina í Íslandi.

Áki sum hevur verið ein av stóru spælarunum í VÍF leggur afturat, at KA Akureyri eisini spælir í gulum og bláum, sum VÍF vanliga ger, og tað trívist hann best við.