Áhugaverdur og kunnandi fyrilestur um plastdálking

mentan21-04-2017 - 12:02 - Jóanis Nielsen

Høvuðsnavnið í Umhvørvisvikuni 2017 er Henrik Beha Pedersen. Henrik Beha Pedersen er umhvørvislívfrøðingur og íverkseti. Hann hevur stovnað NGO felagsskapin Plastic Change (www.plasticchange.dk), hvørs endamál er at skjalprógva plastdálking í høvunum.

Plastic Change við Henrik á odda arbeiðir, umframt at skjalprógva plastdálking, eisini við at kunna almenningin, ídnaðin og politikarar um plasttrupulleikar. Felagsskapurin leggur dent á at miðla ymiskar loysnir, sum kunnu steðga umfatandi plastdálkingini í heiminum.

- Henrik Beha Pedersen er kendur fyri sítt týdningarmikla arbeiði mótvegis plastdálking, og nógv viðmæla Henrik Beha Pedersen sum ein framúrskarandi fyrilesara. Tí vil eg heita á øll um at koma at lurta eftir hesum spennandi fyrilestri hjá Henrik Beha Pedersen, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Fyrilesturin hjá Henrik Beha Pedersen verður mikukvøldið 26. apríl klokkan 19:00 í Reinsarínum. Umframt Henrik Beha Pedersen fer Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, at tosa um skaðilig árin av plastdálking á sjónum.


Tiltakið er ókeypis.