Áhugaverd framløga um støðuna í Ísrael

mentan03-03-2017 - 09:46 - Jóanis Nielsen

 Sera áhugaverd framløga um støðuna í Ísrael verður í Miðvágs Missiónshúsið í kvøld kl. 20.00.

Jødin Shay Attias greiðir frá lívi sínum og hvussu tað er at liva sum jødi í einum heimi, sum gerst meiri og meiri jødahatandi. Eisini kemur hann inná tað arbeiði sum felagsskapur hansara Shuva Globe gerð fyri at knýta bond við kristnar samkomur kring um í heiminum.

 

Shay Atias hevur skifti arbeitt í UN sum diplomatur fyri stjórnina hjá Benjamin Netanyahu.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Fyrireikararnir