Áheitanir um harðskap øktar við 50%

25-11-2020 - 14:24 - Jóanis Nielsen

 Tíðindaskriv á Altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum:

2020: Áheitanir um harðskap øktar við 50% 

Í dag er Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Hetta er ein dagur, har vit varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein samfelagstrupulleiki, sum er áleikandi í flestu londum kring heimin - eisini í Føroyum. Og sambært nýggjastu tølunum hjá Kvinnuhúsinum er 2020 eitt ár við serliga nógvum áheitanum um harðskap.

 "Sum samfelag eiga vit av vísa hesum trupulleikum størsta áhuga, og seta okkum fyri at finna svar, soleiðis at tølini í 2021 verða lægri og ikki hægri enn í ár", 

soleiðis siga teir tríggir felagsskapirnir: Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty Føroyar, sum í felag vísa á, at tølini hjá Kvinnuhúsinum siga okkum, at vit mugu geva hesum hesum samfelagstrupuleika serligt uppmerksemi. 

Tølini tala 

Tá herviliga koronafarstóttin kom til Føroyar, valdu myndugleikarnir at stongja landið niður. Alt steðgaði upp. Fólk vórðu biðin um at vera heima, og í Kvinnuhúsinum var larmandi tøgn í nakrar vikur. Men bæði áðrenn og eftir hesar vikurnar hava tølini fyri áheitanum til Kvinnuhúsinum verið hægri enn undanfarin ár. Og nú vit eru komin væl inn í november mánað vísa nýggjastu tølini hjá Kvinnuhúsinum, at 2020 verður eitt ár við nógv fleiri áheitanum um harðskap í nærsambondum enn undanfarin ár. Higartil eru komnar íalt 648 áheitanir, og hetta er 116 áheitanir fleiri enn 432 í 2019 og 114 fleiri enn 434 í 2018. Ein vøkstur higartil uppá 50% frá 2019 - 2020. 

Rúsevnismisnýtsla, fíggjarligur og materiellur harðskapur 

So hvørt sum samfelagið lat upp aftur, so øktist trýstið av áheitanum frá kvinnum, sum eru og havi verið fyri harðskapi. Tað er serliga tølini fyri harðskap, har rúsevnismisnýtsla er partur av hendingunum, tølini fyri materiellan og tølini fyri fíggjarligan harðskap. 

Tølini tala, og tey fáa okkum at seta spurningar. Men tey geva okkum ikki eitt endaligt svar uppá allar spurningarnar. Og tað verður helst ikki fyrr enn rúm tíð er fráliðin, at vit veruliga fáa eitt yvirlit yvir teir samansettu trupulleikar, talan er um. Umframt hvørjir samanhangir eru millum kreppur og slag av harðskapi í nærsambondum. 

Harðskapurin økist, tá gerandisdagurin steðgar upp 

Vit vita, at ein av fimm kvinnum í ES uppliva kropsligan og/ella seksuellan harðskap av eínum núverandi ella fyrrverandi partnara. Ein serliga sárbærur bólkur í samfelagnum eru hesar kvinnur og børn, ið livað í einum heimi við harðskapi. Hesin málbólkur hevur trupult at leita sær hjálp undir vanligum umstøðum. Vit vita at kreppur gera, at ósemjur og harðskapur økist hjá fleiri familjum. Og koronakreppan kann hugsast at hava havt langtíðaravleiðingar, sum vit síggja í tølunum í dag. 

“Kreppur føra til øktan harðskap, og kvinnur og børn, sum eru fyri harðskapi heima, eru serliga útsett” - Lisbeth Jessen, leiðari í Danner. 

Soleiðis endurgóvu vit Lisbeth Jessen, leiðari í donsku kreppumiðstøðini Danner, í mars mánað í ár. Og tá vit í dag hyggja eftir tølunum, so kunnu vit tíverri staðfesta, at Lisbeth Jessen hevði orsøk til at stúra. Tí hon visti frá royndum, at langtíðaravleiðingar av øktum harðskapi vísa seg langt fram í tíðina. 

Børnini eru fangað í harðskapinum 

Í Føroyum í dag eru vit í eini støðu, har harðskapurin er øktur munandi seinasta árið, samstundis sum møguleikar fyri bústaði eru ógvuliga avmarkaðir. Hetta hevur við sær, at børn eru noydd at liva í heimum við harðskapi longri, enn neyðugt. Tí ein, sum ynskir at flyta frá harðskapinum, í roynd og veru ikki hevur eitt stað at fara. Og tað er eingin loyna, at tað eru bólkar í samfelagnum, sum hava verri møguleika at ogna sær ein bústað ella at leiga, soleiðis sum miðanprísurin fyri at leiga alsamt økist. Eisini hetta er ein avbjóðing, sum vit sum samfelag, mugu taka í álvara. Tí um børn eru vitni til harðskap ella sjálvi verða útsett fyri harðskapi, so er stórur vandi fyri at harðskapurin setur sjónlig spor langt inn í vaksnalívið. Vit mugu heilt einfalt hjálpa hesum bólkum í okkara samfelag, sum hava átroknadi tørv á hjálp anno 2020. 

Okkum tørvar eitt samskipað samstarv til tey, sum hava samansettar avbjóðingar av rúsevnum 

Ein annar bólkur, sum tølini rópa, er talið av harðskapsmálum, har annar ella báðir partarnir eru rúsaðir. Hetta talið er eksploderað í 2020. Talið av áheitanum, har misbrúk hevur verið partur av harðskapinum er økt við 256%. Í 2019 vóru 74 áheitanir, meðan talið higartil í 2020 higartil er komið uppá 264 áheitanir. Hesin bólkur eru serliga útsett, tí fleiri av hesum detta ímillum skipanir. 

Niðanfyristandandi felagsskapir ynskja við hesum tíðindaskrivi at varpa ljós á, at harðskapur í nærsambondum er ein samfelagsligur trupulleiki, sum er áleikandi í 2020, og sum vit sum samfelag framvegis kunnu gera meira fyri at basa. 

Okkum tørvar nøktandi búðstaðir, og tað er eingin ivi um, at okkum eisini tørvar eitt stað, sum rúmar teimum, sum hava samansettar avbjóðingar, har rúsevnismisnýtslan er ein av fleiri avbjóðingum. 

Seinastu vikurnar hava myndugleikar sett avbjóðingar við rúsevnum á politiska breddan. Gloymið ikki tey, sum vegna rúsevnismisnýtslu ikki fáa átrokandi hjálp í eini vónleysari støðu! 

Vinarliga 

Kvinnuhúsið 

Kvinnufelagið í Havn og 

Amnesty International Føroyar