Áheitan um at halda fast í ætlanini um at taka inn eyka flokk av námsfrøðingalesandi inn

mentan19-10-2021 - 13:00 - Jóanis Nielsen

Dagstovnaráðið hevur í dag sent landsstýrismanninum í mentamálum áheitan um at halda fast í ætlanini um at taka inn eyka flokk av námsfrøðingalesandi í 2022.


Til Uttanríkis- og mentamálaráðið

Att.: Landsstýrismaðurin í mentamálum

100 Tórshavn Tórshavn, 19. oktober 2021

Áheitan um at halda fast í ætlanini um at taka inn eyka flokk av námsfrøðingalesandi í 2022

Dagstovnaráðið saknar framsøkni og raðfesting av børnum og námsfrøðingum á dagstovnaøkinum í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum. Her er greitt, at ongar ætlanir eru um at taka inn fleiri námsfrøðingalesandi í 2022. Mentamálaráðharrin hevur í fleiri førum borið fram, at tey í komandi fíggjarlóg fara at raðfesta, at Fróðskaparsetrið skal taka inn námsfrøðingar tvær ferðir um árið: “Vit ætla, at frá komandi januar/februar, skal eitt hold verða tikið inn afturat.” (Januar í ár í KVF).

Ætlanin er í tráð við tað, sum serfrøðin mælir til, herundir:

· Búskaparráðið hevur í temafrágreiðing í ár sum ovasta tilmæli, at farið verður í gongd alt fyri eitt at útbúgva fleiri fólk fyri at tryggja størri arbeiðsmegi

· Altjóða gransking seinastu 40 árini vísir sera stóra týdningin av, at smá børn hava góðar pedagogiskar uppvakstrarumstøður, og at tað er ómetaliga dýrt at bøta um seinni

Sum viðmerking til fíggjarlógaruppskotið stendur, at “nærri greiningar skulu gerast, so støða kann takast til, um ein serstøk útbúgving í barnagarðsnámsfrøði skal skipast, ið lesandi síðani kunnu takast upp til”. Veruleikin í løtuni er, at Setrið er klárt at taka inn námsfrøðilesandi.

Støðan við vantandi yrkisføri á dagstovnaøkinum er álvarslig, og økið hevur alt ov leingi verið lágt raðfest, millum annað við alt ov fáum námsfrøðingum í dagstovnum. Námsfrøðiligi førleikin og kunnleikin hjá starvsfólkunum er týdningarmesti tátturin at skapa innihald og trivnað hjá børnum, og fyri at røkka endamálinum í dagstovnalógini um at menna og menta børnini á fullgóðan hátt. Dagstovnalógin staðfestir eisini hendan týdning við at áseta, at í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar. Ein staðfesting, sum í nógvum føroyskum stovnum er ógvuliga langt frá veruleikanum.

Hildur Patursson, forkvinna í Dagstovnaráðnum: “Í løtuni ræður javnan eitt ávíst ráðaloysi í dagstovnunum. Vit eru heppin at hava nógv fitt ungfólk at hjálpa til, men tað skerst ikki burtur, at skulu vit sum frá líður veita børnum tað tilboð, sum tey hava rætt til og laða undir fortreytir fyri at tey kunnu trívast og mennast, so útbúgving til.”

Dagstovnaráðið hevur ilt við at skilja, at lyftið um at taka ein eyka flokk inn nú í januar 2022 ikki sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum. Vit heita staðiliga á mentamálaráðharran at halda fast í hugburði sínum fyri fáum mánaðum síðani, og at bera so í bandi, at eyka flokkur við námsfrøðingalesandi verður við í fíggjarlógini komandi ár. Eru ongar ætlanir um hetta, loyva vit okkum at spyrja: Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í mentamálum at byrgja fyri vantandi yrkisførinum á dagstovnaøkinum?

Dagstovnaráðið

Hildur Patursson, forkvinna

Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðingaútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum

Ivonna Johansen, námslektari í námsvísindum og ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

Julianna Næs, námsfrøðingur og varaleiðari

Edda Hjartvarsdóttir, námsfrøðingur

Fróði Jacobsen, samskiftisfólk á Landssjúkrahúsinum, umboðar Javnstøðunevndina

Óli Rubeksen, leiðari fyri SSP