Áheitan á veljaran

politikkur08-05-2017 - 07:52 - Jóanis Nielsen

Ein persónlig áheitan á trúgvandi veljarar.

Tá eg frætti um endaliga fiskivinnuuppskot samgongunnar, kom eg at hugsa um tannlæknar, ikki vanligar tannlæknar, men teir báðar, Kristin og Bjarna, sum á besta odontologiska hátt hava megnað at trekt tenn úr fiskivinnuuppskoti samgongunnar- og alla æru og tøkk eiga teir fyri tað!

Álopini á kristna siðaarvin.

Nú droymi, vóni og biði eg eftir, at tað finnast eins djørv samgongufólk sum Bjarni og Kristin. Løgtingsfólk, sum vilja ganga í fótasporum teirra og fríða land okra frá øðrum oyðileggjandi ætlanum, samgongan hevur. Her hugsi eg fyrst av øllum um álopið á kristna siðaarvin, á vegleiðingar bíbliunnar og á Skaparan sjálvan.

Fiskivinnureformurin, sum farnu samgongan tíverri klandraði burtur og sum teir báðir tíbetur broytti til eina tannleysa dagføring, er fyri peanuts at líkna móti t.d. pensiónsætlanini, har samgongan longu hevur slept samhaldsfestinum. Ella ætlaða álopinum á vælvirkandi alivinnuna, har landsstýrisfólk tykist hava gloymt, at munur er á at stýra samfelagnum, vit øll varða av- og so egnari fyritøku.

Handlar við seytjanda umboðið.

Meðan fiskivinnu- og pensiónsreformurin vórðu millum vallyfti samgongunnar, so er ætlaða álopið á kristna grundarstøðið liður í einum handli millum U 17 samgonguna og eitt av andstøðufólkunum, sum samgongan í tí og ótíð leggur seg skerflata fyri, uttan tó at fáa stórvegis annað afturfyri enn niðurgering, speirekanir og hóttanir. Hví so er, er ein gáta, uttan so, at talan er um, at hendan seytjanda umboðar ætlanir, sum onnur samgongufólk í loynd brenna fyri.

Ein áheitan á veljarar, sum kenna seg sviknar!

Eg fari tí inniliga at heita á øll tykkum, og tit eru mong, sum til seinasta val valdu hesi, sum í dag svíkja virðir, tykkum eru kær, um at seta tykkum í samband við tann, tit valdu! Ring, skriva ella far inn á gólvið hjá hesum, sum tit í dag kenna tykkum etiskt, moralskt og andaliga svikin av og greið frá tykkara vónbrotum, stúranum og ótta. Kanska onkur teirra vaknar og torir at gera Kristini og Bjarna avrikið eftir, fyrren ikki tá endaligu atkvøðugreiðslurnar verða til aðru og triðju viðgerð av broytingini av vanlukkuligu hjúnabandslógini.

Dánjal, Esther, Abigajil, Pætur, Jóhannis, Gideon og vit kundi hildið á við dømum um trúarkappar úr Bíbliuni, tey tordu og broyttu samfeløg síni- og søgugongdina! Gævi tú fekk dirvi at gera sum tey! Eitt skalt tú vita, Harrin er við tær og fer at geva tær neyðugu styrkina!

Jenis av Rana

formaður Miðfloksins