Áheitan á samgonguna um at tryggja okkara fiskiflota greiðar karmar at virka undir

Vinna17-10-2017 - 20:36 - Jóanis Nielsen

Tað mann vera við bæði undran og mistrúgv, at vanligi fiskimaðurin dagliga frættir um hvussu tilvildarligt verandi samgonga arbeiðir, tá talan er um okkara mest týðandi vinnu, nevniliga fiskivinnuna.

Í upprunaliga uppskotinum til serligar reglur fyri veiða av uppsjóvarfiski varð eingin áseting um, at reiðari, sum breyt ásetingina um at løna manningini eftir sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum, men nú er uppskot gjørt um at seta inn í lógina slíka revsireglu, og ætlanin var at hendan lógarbroyting skuldi samtykkjast av Løgtinginum í dag.

Vit hava nú skilt, at nevnda lógaruppskot aftur er farið í nevnd, og útlit eru tí til, at tað ongar avleiðingar fær, at reiðarar bróta regluna um at manningin skal lønast eftir sáttmálanum hjá manningarfeløgunum.

Vit fáa okkum illa at skilja, hví samgongan ikki kann tryggja vanliga fiskimanninum, at tað fer at fáa avleiðingar fyri reiðarar, sum ikki halda lógarregluna um, at løn skal gjaldast sambært galdandi sáttmála.

Tá samgongan ikki tykist at hava atlit til rættarstøðuna hjá vanliga fiskimanninum, so skulu vit heita á allar samgongulimir at greiða frá, hví samgongan ikki vil, ei heldur megnar at samtykkja eina so sjálvsagda lógaráseting.

Men tíbetur er onkur í samgonguni, sum skilur, at vit skulu liva og virka undir einari tryggari rættarskipan.

Vinaliga

Jan Højgaard

Føroya Fiskimannafelag