Áheitan á samgonguna: Minnist mentanina

Politikkur22-11-2019 - 19:04 - Jóanis Albert Nielsen

Samgongan hevur í samgonguskjalinum skjalfest, at nýtt tjóðleikhús skal byggjast. Tað ætli eg mær áhaldandi at minna tey á, tí tað er umráðandi, at mentanin ikki hvørvur í øllum snakkinum um betong og asfalt, sigur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum mikudagin setti Jenisi av Rana ein fyrispurning um Tjóðpall Føroya.

Í samgonguskjalinum, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin undirskrivaðu 14. septembur 2019, stendur soleiðis skrivað: ”Tjóðleikhús skal byggjast, har vit bæði kunnu vísa fram og geva skapandi listini góðan gróðrarbotn.

Tað fekk tingmann Javnaðarfloksins, Heðin Mortensen, at seta landsstýrismanninum við mentamálum ein fyrispurning um evnið í løgtinginum mikudagin. Heðin Mortensen segði m.a. soleiðis:

- Undanfarna samgonga vildi lyfta føroyska leiklist frameftir og setti tí pening av á fíggjarlógini til at fáa yrkisleiklistini tíðarhóskandi hølisumstøður. Ósemjur hava tó verið um hvar tjóðleikhúsið eigur at verða staðsett, síðan Tórshavnar kommuna boðaði frá, at staðsetingin av tjóðleikhúsinum verður á Skálatrøð.

Javnaðartinglimurin heitti tí á landsstýrismannin um at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir nýggja samgongan hevur við tjóðleikhúsinum bæði viðvíkjandi tíðarætlan, staðseting og fígging.

-Tað stendur í samgonguskjalinum, at nýtt tjóðleikhús skal byggjast, so tað ætli eg mær áhaldandi at minna tey á. Tað er umráðandi, at mentanin ikki hvørvur í øllum snakkinum um betong og asfalt, sigur Heðin Mortensen, sum ætlar sær at fylgja málinum tætt komandi árini.

- Eg havi stóran áhuga í mentan og var eisini formaður í Havnar Sjónleikarfelag í eitt tíðarskeið á sjey ár. Tað er tíð uppá, at vit fáa ein virðiligan tjóðpall í Føroyum, har okkara dugnaligu, skapandi fólk kunnu sýna fram, sigur Heðin Mortensen.