Áheitan á løgtingsformannin

politikkur03-07-2017 - 13:19 - Jóanis Nielsen

Áheitan á løgtingsformannin

á Løgtingi h. 3. juli 2017

Nú allir tingmenn hava fingið bræv í postinum frá Løgtingsformanninum um nýggju tingsetuna, sum byrjar ólavsøkudag, eru framvegis nógv mál eftir at viðgera í verandi tingsetu. Eftir ætlan verða fleiri tingfundir í hesi vikuni, nú vit skriva 3. juli. Tað er óhoyrt og sjáldan – um nakrantíð – komið fyri, at Løgtingið at kalla ikki er farið í summarfrí, áðrenn nýggj seta byrjar.

Meðan løgtingsmenn framvegis eru til arbeiðis væl inn í juli mánaða, er betri statt hjá landsstýrismonnum. Fleiri fráboðanir eru sendar løgtingsmonnum um, at landsstýrismenn eru burturstaddir í summarfrí. Hetta hóast nógv tingmál ikki eru liðugt viðgjørd í løgtingsnevndum, har tað í flestu førum er neyðugt at innkalla landsstýrismenn fyri at svara spurningum og lýsa málini.

Undirritaðu andstøðuformenn mótmæla ruðuleikanum. Vit mótmæla, at samgongan á hendan hátt toyggir og bendir galdandi skipanir og siðvenjur út um øll sømilig mørk fyri at fremja kollveltandi samfelagsbroytingar í hægstu summarfrítíð við minst møguligum meiriluta aftanfyri seg. Og enntá meðan týðandi politikkarar í smølu samgonguni eru burturstaddir fyri at njóta sól og summar í útlondum.

Andstøðan metir, at løgtingsformaðurin eigur at taka neyðug stig fyri at endurvinna álitið á politisku skipanina og fáa skil og sóma aftur í Løgtingið.

v. Sambandsflokkin, Bárður á Steig Nielsen, formaður

v. Fólkaflokkin, Jørgen Niclasen, formaður

v. Miðflokkin, Jenis av Rana, formaður

v. Sjálvstýrisflokkin, Jógvan Skorðheim, formaður