Áheitan á Høgna Hoydal, landstýrismann í landbúnaðarmálum

Politikkur11-07-2017 - 23:24 - Jóanis Albert Nielsen

Góði Høgni!

”Hamburg brennt”, hesi boðini bóru m.a. týskir miðlar í farnu um viku. Teir søgdu frá bardøgunum millum heimspolitikarar og mótmælisfólk í sambandi við fundirnar millum G20 londini, ið vórðu hildnir í Hamburg.

Nei, viðuskifti okkara kunnu ikki samanberast við støðuna í Hamburg! Tó frættist á sosialu miðlunum um bál, ið brenna runt um á føroyskum rættum, tí ráðandi føroysku politikararnir ikki fáa tikið seg saman at játta búðnaðarstovuni tær fáu 100.000 krónurnar, ið skulu til fyri at fá ullina, ið einaferð var"Føroya gull", til høldar og víðarivirkaða.

Í størsta álvara varð, í útvarpi kringvarpsins, tosað um, hvussu væl ull brennir á brennistøðunum? Hóast hon í dag ikki er "Føroya gull", so kunnu vit ikki loyva okkum hetta! Tær fáu hundrað túsund, sum móttøkan krevur, mugu fáast til vega, fyri at bjarga okkum frá skommini! Royndirnar at gagnnýta hana mugu stuðlast!

So góði Høgni, eg, og óivað mong við mær, íroknaði tingfólk, vænta av tær, at tú loysir hendan trupulleikan! At tú, helst longu í morginárini, við einum jaboðum til búnaðarstovuna, tekur stig til at steðga øðrum bálum, sum annars kunnu hugsast at fara at brenna runt landið restina av juli mánaða- okkum og sokallaðu “unspoiled” náttúru og landi okkara til stóra skomm.

Bestu heilsanir,

Jenis av Rana