Skamt her frá, bara 107 ár ein mána og 3 dagar síðani, sigldi Titanic á eitt ísfjáll Og sakk ein karastrofa, vit eru á veg inn at landa 😊 her eru nøkur ísfjøll at syggja, skrivar Hjaltur Poulsen á Facebook.

Ågot skal landa í St. Pierre

vinna18-05-2019 - 20:56 - Jóanis Nielsen

 Ågot er júst nú komin inn í St. Pierre, við 150 tonsum av frystum fiski, sum teir hava fiskað á Flemmish Cap, teir skulu landa mánamorgunin.

Teir hava ein túr eftir á Flemmish Cap, t.v.s. uml. 150 tons, tað verður 3. túrurin í vár.

Hendan túrin hevur tað viðrað væl, Hjaltur Poulsen sigur við okkum á JN.fo, at tað sær ikki so gott út til veður fyri byrjanina av komandi túri.