Ågot kemur á Klaksvík við 170 tonsum

vinna10-12-2018 - 07:18 - Jóanis Nielsen

Línuskipini hava havt góðan fiskiskap í heyst og í vetur, tey flestu hava roynt vestanfyri.

Ågot fór at sigla inn í gjárkvøldið, teir liggja í morgun á Borðoyarvík, har teir vaska skipið, áðrenn teir fara á Klaksvík.

Teir meta seg at hava 170 tons, so nógv hava teir ikki havt í lastini áður, tað mesta teir hava havt er 156 tons.

Teir byrjaðu fiskiskap 11. november, tað eru 13 mans við Ågot, skipari er Hjaltur Poulsen.

Ågot skal landa í Klaksvík.

Eyðstein Poulsen skrivar á Facebook:

Tríggjar vikur til árslok - og hvat so?

Mangan hevur verið trupult at fáa kabalina at ganga upp. Men síðstu árini‚ síðan vit gjørdu íløgu í frystarí‚ hevur gingið betri. Men tá tað er sagt‚ so haldi eg ikki‚ at eg taki munnin ov fullan‚ tá eg sigi‚ at í mun til okkara virksemi og okkara ráðlegging av virkseminum‚ so hava vit í løtuni tað mest óseriøsa stýrið‚ ið nakrantíð hevur umsitið okkara fiskatilfeingi.

Ætlanirnar‚ tosið og meiningarnar eru á einum so út av lagi støði‚ at best er at halda seg uttanfyri kjakið‚ tí tað tykist mær synd í teimum 17‚ ið bera hetta á mál‚ og eg dugi illa at koma við konstruktivum viðmerkingum. Antin hevur mann verið tileinkisgjørdur‚ og tað sum verri er‚ í tveimum reisum havi eg verið undir persónligum álopum frá tingsins røðarapalli‚ har eg havi verið kallaður lygnari og propagandaberi. Hetta hevur smakkað mær sera illa. Men lat meg líka lufta nøkur fakta út í bláan heim‚ so er tað gjørt.

Mann kundi hugsað sær‚ at eitt lítið óbetýðiligt reiðarí sum Ågot ikki hevði so stóran týdning fyri lokalsamfelagið. Men støðan er tann‚ at seinastu 3 árini hevur Ågot ført 60 mill. kr. um kajkantin her norðuri.

Av hesum er peningaliga umfordeilingin nøkulunda soleiðis:

1. áleið 50% fara til lønir (beinleiðis í samfelagið)

2. Áleið 45% fara til ymiskar útreiðslur (Av hesum liggur tað mesta eftir beinleiðis í lokalsamfelagnum ella føroyska samfelagnum) bert áleið 10-15 mill. fara beinleiðis av landinum.

3. 5% eru til fornýggjan.

Í stuttum kann sigast‚ at áleið 50 mill kr. eru komnar beinleiðis inn í samfelagið um lúnningina á Ågot síðstu 3 árini. Tá havi eg ikki tikið við‚ at fiskurin verður virðusøktur á landi - lat tað fara.

Men hvussu eru so arbeiðsumstøðurnar hjá einum felag sum Ågot. Jú‚ tað er eisini hampiliga stutt at lýsa:

1. Umskipanin av fiskiskapinum á landgrunninum er ikki komin á mál. Men har hava vit í tilgongdini ligið alt frá áleið - atgongd til fiskarí í hálvan mánað í 2019‚ til tað síðsta‚ sum nú liggur á borðinum‚ atgongd til 3-4 mánaðir fiskarí í 2019. Tað eru tríggjar vikur eftir av árinum‚ og vit vita ikki‚ um vit eru keyptir ella seldir.

2. Ågot umsitur 100 dagar á Føroya Banka‚ sum eg meini er tað mesta‚ ið nakar umsitur. Men har hevur nýggja skipanin viskað alla okkara íløgu burtur. Landsstýrismaðurin avger sjálvur við kunngerð - Her er einki hjá okkum at gera‚ uttan at avskriva íløguna.

3. Garnaloyvið hevur ikki verið ígjøgnum politisku mylluna enn‚ tí tað hevur verið sæð sum ein vinna við lítlum virðum. Politiska skipanin hevur arbeitt við einum embætisáliti‚ har TAC er á veg fyri svartkalvan. Hetta fer at forpurra hesa vinnu. Men lukku tí‚ hetta kemur nokk at liggja á láni eina tíð afturat‚ vænti eg.

4. Ísland hava vit ikki møguleikar‚ og koma heldur ikki at hava møguleikar har.

5. Í Grønlandi verða vit væntandi partur av felagskvotuni komandi ár‚ um ikki broyting kemur í. Nøkur tons væntandi

6. Flemish Kap er ein tann mest "high risk" vinnan í Føroyum í løtuni. Tað er sum at spæla lotto. Hetta er eitt olumpiskt fiskarí. Fiskimálaráðharrin ynskir‚ at hetta skal halda áfram‚ hóast áhaldandi áheitanir frá allari vinnuni‚ bæði á sjógvi og landi.

Sum sagt‚ so eru 14 dagar til jóla og 21 dagar til nýggjárs. Vit vita ikki‚ um vit eru keyptir ella seldir‚ og 15 mans og familjur teirra standa spyrjandi‚ hvat arbeiðsgevari teirra kann bjóða teimum um 21 dagar. Men fast stendur tað‚ at sp/f Ågot hevur spýtt 50 mill. kr. beinleiðis inn í tað føroyska samfelagið síðstu 3 árini. Eg kann leggja afturat‚ at Sp/f Ågot hevur havt vinnuligt virksemi á sjónum síðani 1993

Eyðstein Ó. Poulsen