Av allar fagrasta veðri.

Ågot fer at sigla heim seinni í vikuni

vinna03-06-2019 - 20:36 - Jóanis Nielsen

Línuskipið Ågot úr Klaksvík var í ár seinur yvir á Flemish Cap, men tað hevur gingist teimum væl har vesturi, Ågot hevur landað tvær ferðir í St. Pierre - umleið 150 tons hvønn túrin, nú eru teir um at verða liðnir við kvotuna á Flemish Cap, teir fara helst at sigla heim seinni í vikuni, heimreisan av Flemish Cap tekur vanliga um 8-9 dagar.

Vit á JN.fo hava tosað við Hjaltur Poulsen, skipara á Ågot, hann sigur -Jú her er ikki so galið, nærkast endanum, um fiskaríðið heldur sær, so verða nokk bara 2-3 setur afturat.

Sum sæst á myndunum, so hevur Ågot havt vitjan av verjuskipinum og eisini av Nafo-eygleiðarum.

Myndirnarnar hevur Hjaltur Poulsen sent okkum.