Ågot er komin heim av Flemish Cap

vinna13-06-2019 - 11:00 - Jóanis Nielsen

 Ågot, sum hevur verið á Flemish Cap, kom á Klaksvík seinnapartin í gjár, teir hava gjørt 3 góðar túrar á Flemish Cap, tveir teir fyrstu túrarnar landaðu teir í St. Pierre, nú teir komu heim hava teir fiskað kvotuna, sum fall í teirra lut, teir landa veiðuna í Ánunum í dag.

Heimferðin var góð, teir høvdu stilli næstan allan vegin, men tá ið 100 fj. vóru eftir til Føroyar, tá lotaði eitt sindur.

Hjaltur Poulsen skipari sigur við okkum á JN.fo, at nú verður summarferia, teir loysa ikki aftur fyrrenn eftir Summarfestivalin, tó verður okkurt smávegis viðlíkahaldsarbeiðið, sum skal fáast frá hondini í summarferiuni.

Hjaltur sigur viðari, at teir fara antin til Eystur-Grønland ella koma teir at royna á Føroya-leiðini, tá ið farið verður nýggjan túr. Hjaltur leggur afturat, at hann roknar við, at Føroya Banki letur upp aftur í heyst, tá ið Sandshavið er liðugt við royndirnar har.