Agnar er umsjónarfólk við Vestmannahavnar Havn

10-12-2019 - 11:51 - Jóanis Nielsen

Vestmanna.fo: Agnar Joensen er settur í starv sum umsjónarfólk við Vestmannahavnar Havn. Hann byrjar í starvinum 1. januar 2020. Umframt at arbeiða á Vestmannahavnar Havn verður Agnar eisini partur av arbeiðstoyminum hjá Vestmanna Kommunu.

Agnar er vestmenningur, hevur útbúgving sum maskinsmiður, og hevur drúgvar starvsroyndir sum handverkari, bæði í starvi hjá øðrum og tey seinastu árini við egnari fyritøku

Í frítíðini hevur Agnar drúgvar royndir bæði sum spælari og venjari hjá VÍF, og honum dámar eisini væl útróður, sjógvin og frítíðarlívið í haga.