Ágangurin ímóti útisiglarum má steðgast

Politikkur06-08-2019 - 22:19 - Jóanis Albert Nielsen

Vit eru í Føroyum signaði við nógvum vælútbúnum borgarum, sum arbeiða í øðrum londum og forvinna harðan valuta til okkara land.

Hetta er gull vert fyri Føroyar, og mugu vit gera alt fyri at hesir persónar kunnu halda áfram við teirra starvi.

Men hesir borgarar okkara verða bara møttir av mótvilja í okkara heimligu skipanum. Eitt nú teir sum sigla undir grein 25b.

Í Norra har hesir borgarar okkara sigla, rinda teir til Folketrygd, ið er ein skipan sum umfatar pensión, heilsutrygdargjald o.a. Frá hesum persónum frættist at hetta er ein sera góða skipan, sum dekkar munandi betri enn okkara heimligu skipanir.

Sum nú er verða teir sum sigla undir hesi skipan eisini tvungnir at spara upp til egna pensión í Føroyum.

Hóast hesir persónar hava roynt at gjørt sitandi landsstýri varugt við trupulleikan, hevur Kristina Háfoss og TAKS valt at venda blinda eygað til. Men tá tað kemur til okkara fólk sum siglir í Grønlandi hevur landsstýrið valt at gera undantak í reglunum fyri teir. Her hevur sitandi landsstýrið gjørt greiðan mismun á fólki.
Gerst ein av okkara borgarum sjúkur undir arbeiði í Norra, tekur Heilsutrygd ikki við, meðan Folketrygd dekkar hesar borgarar okkara bæði í Norra, og í frítíðini heima.
Hetta eru borgarar sum arbeiða nógv tá teir eru burtur, og eru so heima umleið helvtina av árinum. Um hesir borgarar skuldu funnið uppá at fortjent sær nøkur eyka oyru meðan teir eru heima, krevur Heilsutrygd gjald frá hesum borgarum av allari fortjenastuni, eisini teirri fortjenastuni sum teir forvinna í Norra.
Hetta vil siga, at um ein føroyingur fortjenar 400000 kr í Norra, og 20000 kr í Føroyum, skal viðkomandi gjalda Heilsutrygdargjald av 420000 kr.

Hóast hetta mál hevur verið roynt í Kærunevndini í Heilsumálum, har nevndin gav kæraranum viðhald, og Heilsutrygd ikki valdi at fara víðari við málinum, krevja Kristina Háfoss og Sirið Stenberg framvegis pengarnar frá hesum persónunum. Enntá er sitandi landsstýri farið so langt sum yvir til Norra at heinta hesar pengar inn frá norsku skattamyndugleikunum. Pengar sum ongin heimild er at taka inn, og sum Landskassin tí fyrr ella seinni verður noyddur at gjalda hesum persónum aftur.
Ei undur í at gjaldføri Landskassans er gott beint nú.

Fólkaflokkurin vil beinavegin eftir valið tryggja við lóg, at leggur tú prógv á borðið at tú hevur goldið inn til eina útlendska lívrentuskipan, eitt nú Folketrygd, so skal tú sleppa undan at gjalda inn til tvungnu uppsparingina í Føroyum.
Eisini vil Fólkaflokkurin tryggja, at skott verður sett ímillum forvunnar pengar í Norra og Føroyum soleiðis, at tað loysir seg hjá hesum persónum at taka eitt tak herheima í frítíðini, uttan at landið fer avstað við øllum ágóðanum.
Verið eg valdur á Ting, fari eg beinavegin at taka hesi og onnur viðurskifti hjá útisiglarum okkara upp, tí at tað má kunna loysa seg at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlanda.

Brandur Sandoy, Valevni Fólkafloksins