Aftursvar til grein hjá Anniku Olsen

Politikkur14-09-2020 - 07:18 - Jóanis Albert Nielsen

Eg kann ikki taka yvirskriftina hjá borgarstjóranum seriøst. Á in.fo skrivar Annika Olsen at eldradepil í Kollafirði skal í gongd komandi ár.

Hon vísur á, at eldradepilin hevur bráðfeingistørv, og skal tí framskundast frá upprunarætlan. Ætlanin er at gera hann í 2024-2025.

Sitandi samgonga hevur sjálv valt at útsett hetta mál til 2024-2025. Hetta stendur alt at lesa um í kommunuætlanini á síðu 184 sum eg havi nevnt í aðari grein.

Greinin hjá Anniku Olsen sæst her:https://www.in.fo/…/eldradepil-i-kollafirdi-i-gongd-komand…/

Eg kann heilsa og siga at bráðfeisgistørvurin á einum nýggjum Ellis og røktarheimið í Kollafirði er ikki størri nú enn í 2017. Hann er langt síðan toppaður. Var tað ikki fyri dugnalig starvsfólk og tolnir borgarar, so veit eg ikki hvat støðan vildi verði.

Samanbera vit byggingina av barnagarðinum, so tók tað eitt ár at byggja. Hetta passar sera væl vil eldradepilin í Hoyvík sum bogarstjórin fyrr í vikuni gleddist um var við at verða liðugur. Hesin sær eisini út til at taka eitt ár.

Kommunukassin stendur at bresta av pengum, tekingar og uppskot um staðseting, alt er klárt.

So at samgongan ikki sá bráðfeingistørvin í 2017, 2018, 2019 og 2020 men nú ? Tað kann ikki takast seriøst.

Hetta er MÍTT hjartamál og fari eg at gera alt eg eri mentur, fyri at depilin stendur liðugur áðrenn skeiði er hálvrunnið.

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað

Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set spurningar

Síðan eitur Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar býráð 10 nov. 2020