Aftur grindaboð

09-10-2017 - 16:50 - Jóanis Albert Nielsen

Í løtuni verður ein grind rikin á Skálafjørðnum, helst er talan um sama bólk, sum slapp á Kollafirði í dag. 

Grindin verður hildin til í Skálabotni, og er grindin í løtuni útfyri Lambareiði.