Aftur brúk fyri Sverra í dag

Vinna04-03-2021 - 23:15 - Jóanis Albert Nielsen
Fyrradagin sleipaði Sverri ein bát á Miðvág. Í gjár fylgdi Sverri einum báti á Miðvág, og aftur í dag vóru boð eftir bjargingarbátinum Sverra.

Klokkan 13:30 í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar 8 fj. vestur úr Sandoynni. Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Sverra, sum fór av Miðvági klokkan 14:15. Klokkan 14:55 var Sverri hjá bátinum. 

Sverri byrjaði at sleipa bátin ímóti Sandi, men ávegis fekk báturin motorin í gongd aftur, og helt leiðina fram við egnari megi verður upplýst av MRCC.