Ættleiðing – og hjúnabandið

Politikkur03-04-2018 - 07:49 - Jóanis Albert Nielsen

Í síðstu viku skrivaði eg eina grein fyri at kunna Føroya fólk um tær kollveltandi og álvarsligu avleiðingar, sum nú koma undan kavi orsakað av broytingini í hjúnabandslógini.

Sirið Steenberg hevur lagt lóg um ættleiðing fyri Løgtingið, har hon ætlar at lóggeva soleiðis, at tveir menn, sum liva saman – líkamikið um teir eru “giftir” ella ikki – fáa loyvi at ættleiða børn! Hugsið tykkum!! – og tað sama verður galdandi fyri kvinnur.

Men hetta er ikki einasta broyting, ið landsstýrið skjýtur upp at gera í ættleiðingarlógini! Nei, samstundis skal gjøgnumførast ein onnur sera stór og grundleggjandi broytingí føroyskari lóggávu.

Í dag kunnu ógift pør ikki ættleiða børn, men nú ætlar Sirið Steenberg, at tey skulu verða javnsett við hjún í samband við ættleiðing.

Tað vil siga, at eisini her verður hjúnabandið avskrivað – og hevur nú einki at siga longur!

Vit vóru nógv, sum í sambandi við broytingarnar í hjúnabandslógini, royndu at ávara um, at her bleiv latið upp fyri einari kynsneutralari ideologi, sum fer at gjøgnumseyra alt samfelagið! Henda ideologi hevur til endamáls at bróta niður tann siðaarv, sum forfedrarnir bygdu á og lærdu okkum at virða.

Og nú er sjón fyri søgn. Sirið Steenberg skal á ólavsøku yvirtaka familjuøkið, og hvat er tað fyrsta, hon ger? Jú. Í staðin fyri at gera eina føroyska lóg um ættleiðing og halda fæst við fedranna siðaarv, umsetur hon bara ta donsku lógina – og vit fáa nú danskar (!) tilstandir á økinum. – Hetta er Tjóðveldi!

Eg havi stóra virðing fyri teimum, sum einsamøll stríðast við at uppala børn. Tað kunnu vera so mangar orsøkir til tað.

Men eg veit, at tað besta av tí besta er at vaksa upp í einum heimi við einari mammu og einum pápa! Hetta er ikki minst galdandi fyri ættleidd børn, sum hava havt eina trupla byrjan upp á lívið og koma úr óstøðugum umstøðum til eina fremmanda mentan.

Í míni fyrru grein vísti eg eisini á, at bæði mamma og pápi eru týdningarmikil sum fyrimyndir í uppvøkstrinum, og børn hava brúk fyri bæði maskulinum og femininum fyrimyndum fyri at menna sjálvsvirði og samleika og fyri at fata og uppliva javnstøðu og viðurskiftini við hitt kynið.

Eg síggi, at Unga Tjóðveldi er ikki samt við meg um hetta. Tey siga, at hetta er ein avoldað tankagongd, sum vit í 2018 burdu sloppið okkum av við.

Eg sigi bara: Álvaratos!

Ein og hvør veit, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er besti karmur um ein natúrligan og góðan uppvøkstur. Soleiðis hevur altíð verið, soleiðis er eisini í 2018, og soleiðis fer altíð at vera! Júst tað, at maður og kona eru ólik, ger, at mamman og pápin eru teir týdningarmestu identifikatións-persónarnir og fyrimyndirnar hjá barninum.

Tann, sum kennir eitt lítið sindur til barnasálarfrøði, veit, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri menningina av samleika og sjálvsmynd hjá einum barni.

Vit hava skyldu til at liva upp til hetta, og tá ið vit nú skulu gera nýggja lóg á økinum, so mugu vit geva teimum ættleiddu tað besta av tí besta!

Eg vil fegin endurtaka her, at eg mótmæli hesum mentanarkollveltandi politikkinum hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn, nú tey enn einaferð lítilsvirða og avskriva hjúnabandið.

Jógvan á Lakjuni

løgtingsmaður