Ætlar at gera ein ordiligan Klinsmann

ítróttur05-10-2017 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: VIDEO: Seinnapartin mikudagin vandi A-landsliðið við monnum í Klaksvík. Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Gilla Rólantsson Sørensen

Leygardagin klokkan 17:00 spælir føroyska A-landsliðið seinasta heimadystin í undankappingini til HM 2018, sum komandi summar verður í Russlandi. Mótstøðuliðið hesaferð er Lettland, sum Føroyar fyri einum ári síðani vunnu 2-0 ímóti.

Fyrireikingarnar hjá landsliðnum hava gingið væl, og sum heild eru allir spælararnir væl fyri til uppgávuna ímóti lettum. Seinnapartin mikudagin vandi landsliðið á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, og aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Gilla Rólantsson Sørensen.

- Tað er altíð stuttligt at skora, og um eg skori aftur hesaferð, so gera eg eina ordiliga jubil-senu, ein ordiligan Klinsmann, sigur málskjúttin í 1-0 sigrinum á Andorra.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=1a0T7xqEH1U]