Aðalfundur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

mentan01-03-2021 - 12:25 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv FNU:

Aðalfundur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Leygardagin 13. marts verður aðalfundur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Kl. 17.00 kemur Katrin V. Poulsen, ið er “Senior policy officer” hjá WWF í Brussell umvegis interneti at fortelja okkum um hennara arbeiði fyri altjóða felagskapin WWF og serliga hennara arbeiði innan burðardyggan fiskiskap. Kl. 17.40 byrjar aðalfundurin, og verður skráin sambært lógum felagsins.

Aðalfundurin verður í Havstovuni, Nóatúni 1. Framløga og aðalfundur verða stroymd. Nærri kunning um hetta seinni.

Nýggir limir er vælkomnir!

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag