Aðalfundur hjá Miðvágs Bóltfelag

ítróttur14-01-2020 - 15:54 - Jóanis Nielsen

 Hervið verður lýst til aðalfundar hjá MB. Fundurin verður týsdagin 28. januar 2020 kl. 19:00 í húsi felagsins. Heitt verður á allar limir at møta. 

Skráin sambært Lóg & Viðtøkunum felagsins: 

1. Forkvinna ynskir fundarluttakarum vælkomnum 

2. Val av fundarstjóra 

3. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári 

4. Framløga og góðkenning av roknskapi 

5. Uppskot til samtyktar 

6. Áseting av limagjaldi 

7. Val av nevndarlimum og tiltakslimum 

8. Val av grannskoðara 

9. Ymiskt 

Vinarliga 

Nevndin