Áheitan frá fýra flokkum á løgmann

politikkur17-05-2017 - 18:46 - Jóanis Nielsen

Aksel Johannesen

Løgmaður
Tinganes


Havnin h. 16. mei 2017


Sambart skránni fyri løgtingsfundin komandi fríggjadag kemur mál nr. 102 til aðru viðgerð. Hetta málið byggir á einvísu tulking og avgerð løgmans um at lýsa stk. 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at vera yvirtikna.

Avgerð løgmans varð h. 12. januar kærd til Landsstýrismálanevnd Løgtingsins. Nevndin er komin til niðurstøðu í málinum, men almannakunngerðingin av hesari niðurstøðu bíðar, so vítt frættist, tí hon er send løgmanni til kunningar.

Tað er sera óheppið, at nevnda niðurstøða ikki er løgtingslimum kunnug áðrenn aðru viðgerð av málinum! Tí heita undirritaðu floksformenn á løgman um, sum skjótast, at gera seg lidnan við- og senda Løgtinginum kæruniðurstøðuna aftur, so eisini løgtingsmenn fáa høvið at kunna seg um hana áðrenn viðgerðina fríggjadagin.



Bárður á Steig Nielsen, form. Sambandsfloksins



Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins



Kári Højgaard, næstform. Sjálvsstýrisfloksins



Jenis av Rana, form. Miðfloksins