Absalon í Buð sjeyti

mentan06-01-2018 - 23:04 - Jóanis Nielsen

Torbjørn Jacobsen skrivar:

Hesin knassin fyllir 70 ár ídag. Absalon í Buð. Pimmi. Tað var ein serstakliga hugnalig løta í kappróðrarneystinum í Árnafirði, í kvøld, á trettandu, táið hendan legendan varð heiðrað sum tað sømir seg.

Pimmi hevur mangan brattan farið. Hevur roynt tað sum roynast kann á sjónum, sitið í ótali av nevndum, eisini sum formaður, og so hevur hann hartil verið djáknur í kirkjuni í heimbygdini, Hvannasundi, í eitt mannaminni.

Maðurin er alkendur í almenna rúminum. Hann er ikki ræddur fyri at siga sína hjartans meining, líkamikið hvør ið stendur fyri, hann orðar seg stutt og koncist, sum oftast fáa vit bara kjarnan í substansinum, og høvdið er øgiligt. Hann er flogklókur, roknar sum ein kompjútari og er altíð sera væl fyrireikaður, táið hann møtir á fundi.

Vit báðir hava sitið í umboðsráðnum hjá Norðoya Sparikassa í áravís, plaga at sita lið um lið, tá fundur er, og sum oftast megna vit ikki at halda okkum aftur, táið orðið er frítt at taka á fundunum.

Pimmi er fólkafloksmaður, og sum eg segði í røðuni í Árnafirði í kvøld, so havi eg ein positivan mistanka um, at hann eisini er loysingarmaður. Vit hava ikki altíð verið samdir, men ein reflekterandi og góðsligur maður, sum hesin trivaligi Hvannasundsmaðurin, er soleiðis samanskrúvaður, at alt er við sítt gamla lag aftur, táið orðadysturin hevur lagt seg.

Pimmi er ein maður, sum fólkaræðið í stóran mun hevur brúk fyri. Hann fer út í stormin við sínum meiningum, heldur fast, í hvussu er soleingi sum ongin hevur megnað at víst hugsanum hansara aftur við skilagóðum argumentum.

Hann hevur sjálvandi gingið barnaskúlan á Universitetinum har norðuri. Síðani gekk hann í realskúla í Hoydølum. Á handilsskúla gekk hann í Keypmannahavn - á Niels Brock, og skiparaskúlan tók hann í Klakksvík. Hann segði mær, at hann tvær ferðir hevur verið eykamaður á tingi fyri Hákun Djurhuus, - einaferð í sjeytiárunum. Hetta var áðrenn ein annar kendur fólkafloksmaður trein inn á politiska pallin har norðuri - Anfinn Kallsberg. Pimmi man hava verið ein av hansara treystastu stuðlum øll árini, og ivaleyst hevur hann verið góður í ráðum eisini. Annars var Hákun Djurhuus gubbi Pimma. Sum hann segði mær, hetta komst helst av, at mamma hansara, Lena, og Hákun og Hjørdis gingu á læraraskúlanum um somu tíð.

Væl av fólki var savnað í Árnafirði í kvøld, fyri at heiðra vinmannin. Onki gistingarhús ella matstova høvdu megnað matgerðina betri enn tær, sum høvdu syrgt fyri tí partinum av føðingardegnum. Merkiligt sum hesar bygdakonurnar eru dystin lærdar í hesum segmentinum. Enn einaferð. Hjartaliga til lukku og Guðs ríku signing ynski eg tær. Pimmi. Mátti byrurin verið tær blíður í ókomnum døgum.