ABH: Eitt samfelag í serflokki

Politikkur14-09-2019 - 09:57 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 9 í morgun byrjaði tíðindafundur í løgtinginum, har Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana undirskrivaðu samgonguskjalið við heitinum “Eitt samfelag í serflokki”.

Tað verður arbeitt við einari skipan fyri at endurskoða skattaskipanina.

Uttanlandsinntøka, ið ikki er skattskyldug í Føroyum, skal ongantíð roknast sum meira enn kr. 65.000, ið svarar til botnfrádráttin í landssjattinunm.

Verandi menningarkvotur verða eftirmettar og kunnu gerast til loyvir við 10 ára uppsøgn, um mett verður, at tær eru virðisskapandi og burðardyggar.

Kvotur, sum eru seldar sum 3 og 8 ára rættindi, verða umlagdar til loyvir við 10 ára uppsøgn og skulu aftan á uppboðssølutíðarskeiðið rinda tilfeingisgjald. Tað sama verður galdandi fyri øll rættindi á Flemmish Cap og í Barentshavinum.

Útlendskur ognarlutur, sum er í vinnuni í dag, fær loyvi at halda fram, og í nýggjum feløgum kunnu útlendingar í mesta lagi eiga 25%.

Gjaldið til Vágatunnilin verður broytt, og gjaldið til Norðoyartunnilin verður eisini endurskoðað. Har hevur verið tosað um, at eitt uppskot hevur verið frammi at binda Norðoyartunnilin við aðrar tunlar í Norðoyggjum.

Um samgongan atkvøður fyri málum hjá anstøðuni, so er eingin samgonga sigur Bárður á Steig Nielsen.

Vit skilda føroyafólki at vit hava eina samgongu sum er arbeiðsfør, Bárður vil ikki standa á odda fyri einari samgongu har tað eru leysgangarar.

Æltað at sundurskila elnetið frá SEV.

Skulu tryggja at miðlarnir eru óheftir.

Hava ikki sett í samgonguskjalið nakrar yvirtøkur.

Skulu hava eina sendistovu í Írseal.

Fara at hyggja eftir um tað ber til at niðurleggja Landsbankan, tí tað skal sparast har tað ber til.

Um nýggir almennir stovnar verða settir á stovn, so verður hugt eftir at leggja teir runt ymsastaðni í landinum..