Ábendingar um, at toskurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur

Vinna26-03-2020 - 18:03 - Jóanis Albert Nielsen

Havstovan: Sum kunnugt hevur søguliga lítið verið at fingið av toski og hýsu í Føroyabanka síðan 2006 og hevur Føroyabanki verið friðaður síðan 2009. Í 2017 sást, at hýsan var komin fyri seg aftur, men meira striltið gekk við toskinum.

Á yvirlitstrolingini í september 2019 vóru tó fyrstu ábendingarnar um, at toskurin á Føroyabanka var í ferð við at koma fyri seg aftur. Yvirlitstrolingin í mars 2020, sum júst er liðug, bendir á tað sama, sí myndirnar. Tikin vórðu 17 hál, sum hvørt vardi ein tíma, og nøgdin av stórum og feitum toski var heili 12,2 tons. Hetta er ájavnt við miðal fyri árini frá 1996 til 2003, áðrenn fiskaloysið byrjaði.

Tað vóru trý hál, sum umboðaðu meginpartin av toskaveiðuni, men tað var eisini meira at fáa í øðrum hálum í mun til 2019. Tað er kortini neyðugt at fáa hetta jaliga úrslit staðfest við fleiri kanningum.

Les túrfrágreiðing við at trýsta her.