Mynd frá Atlantic Fair.

Á KSS í Klaksvík hava tey úr at gerða

vinna16-05-2017 - 10:47 - Jóanis Nielsen

 Á Klaksvíkar Sleipistøð (KSS) hava tey úr at gerða. Í løtuni eru 60 fólk á lønarlistanum, so tað sæst aftur í Klaksvík. 

Tey arbeiða við at viðlíkahalda skip og bátar, tey flestu skipini úr Klaksvík brúka lokalu skipasmiðjuna og nú hevur KSS eisini avtalu við Faroe Origin í Runavík, at skipini hjá teimum eisini brúka skipasmiðjuna í Klakksvík.

Vit tóku myndirnar niðanfyri í farnu viku.