Á hestbaki á hvítusunnu

mentan02-06-2017 - 16:46 - Jóanis Nielsen

 Tey nógvu seinastu árini hava rossamenn av Streymoynni gjørt túrar á hestbaki í Vágum á hvítusunnu.

Soleiðis verður eisini í ár, minst tríggir bólkar fara á fjøllini í dag. Tann eini bólkurin heldur til á Slættanesi í kvøld, í morgin gongur leiðin á Víkar, ein bólkur kemur at halda til í Tormanshúsinum við Fjallavatn og tann triði bólkurin skal til Vatnsdalsvatn.

Myndirnar eru tiknar á Hálsi í Sandavági.

Vit ynskja teimum góða hvítusunnu.