Tað yngsta ættarliðið - abbasynirnir hjá bóndanum - royttu tað seinastu ærina.

Á fjalli á Oyrareingjum - myndir

mentan23-07-2019 - 13:06 - Jóanis Nielsen

 Í gjárkvøldið vóru vit við á fjalli á Oyrareingjum, tá ið teir vóru í royting, ætlanin var at fara avstað fyrrapartin, men tað var myrkt í toku allan dagin, men kl. 6 seinnapartin í gjár klárnaði, soleiðis at hildið var avstað, hóast tað køvdi av aftur ímeðan rikið varð, so gekk tó hampuliga væl at reka. Vit komu í rætt kl. gott 9 í gjárkvøldið og aftaná eina góða máltíð, so byrjaðu vit at royta kl. 22 - liðugt var at royta og geva heiluvág kl. 2 í nátt.

Aftaná var aftur ein góð máltíð við seyðhúsið/ rættina á Oyrareingjum.

Seyðurin var væl fyri og góður at royta.

Myndirnar hevur Rúna Debess tikið.