92 føroyingar fingið staðfest smittuna

corona21-03-2020 - 07:51 - Jóanis Albert Nielsen

Tað eru nú í alt 92 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 1942 kanningarúrslit.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Seinni í dag verða tey meira nágreinaðu hagtølini dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum,www.hmr.fo, og á www.corona.fo, har innlit millum annað yvirlit fæst yvir kynsbýti og í hvørjum aldursbólki, tey smittaðu eru.

Heilsumálaráðið tann 21. mars 2020 klokkan 07.45