900 luttakarar til Føroya vakrasta hálvmaraton

ítróttur14-08-2018 - 15:53 - Jóanis Albert Nielsen

Fyrireikarnir fegnast um stóra áhuga fyri renningini, sum nú er nærum útseld hóast markið fyir luttakarum er økt við 300 tilmeldingum.

Hetta er á fimta sinni at skipa verður fyri hálvmaraton renning í Vágum. Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum latin sum stuðul tilKrabbameinsfelagið og Beran.

Tað er ítróttarfelagið Frælsi í Vágum, sum skipar fyri tiltakinum við hollum stuðli frá Hiddenfjord, FAE, FK í Miðvági og EUR Express, umframt sjálvandi øllum hjálparfólkunum og kommununum í Vágum.

Fyriskiparanir vóna at síggja nógv fólk fram við vegnum at fagna gangarum og rennarunum úr Gásadali til Sandavágs leygardagin 1. september.