90 fólk á venjaraskeiði

24-01-2020 - 17:10 - Jóanis Nielsen

“Football is Medicine2020”:

90 fólk á venjaraskeiði

Næstan hundrað fólk hava luttikið í skeiðunum, sum verið hava hesa vikuna í sambandi við, at altjóða ráðstevnan “Football is Medicine 2020” verður í Føroyum hetta vikuskiftið. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstyrismaður fer í morgin alment at seta stóru ráðstevnuna í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn

Skeiðini, sum hava verið hildin, kallast “Fit First 10”, “11 for Health” og “Football Fitness”.

Tey eru øll grundað á gransking og eru gjørd til námsfrøðingar, lærarar og annars øll, sum eru venjarar í ítrótti. Skeiðini eru ymisk og lagað til teir aldursbólkar, sum skeiðsluttakararnir venja ella vilja venja í sambandi við rørslu.

“Fit First 10” er eitt skeið fyri fólk, sum vilja hava vegleiðing í at venja børn upp í 10 ára aldur. Talan er um intensa venjing í 10 ymiskum ítróttagreinum. “11 for Health” er skeið fyri lærarar ogvenjarar hjá børnum, sum eru millum 10 og 12 ár. Talan er um heilsuundirvísing við spæli. “Football Fitness” er skeið í heilsufótbólti fyri venjarar hjá óvonum vaksnum, eldri og ymiskum sjúklingabólkum.

Øll, sum hava verið á skeiði, fáa próvbræv.

Skeiðini eru øll, sum nevnt, ment við støði í gransking, og endamálið við teimum er at menna likamliga heilsu, trivnað og innlæring.

Fyriskipararnir gleðast um, at undirtøkan er so stór.

Vit røra okkum sum heild ov lítið, og bara fimtahvørt barn og annarhvør vaksin røkkur tilmælunum um kropsliga rørslu. Hetta hevur sera neiliga ávirkan á okkara heilsustøðu.

Við hesum skeiðunum fáa venjarar, námsfrøðingar og lærarar amboð, sum kunnu eggja til økta likamliga rørslu, og rørsla kann sostatt gerast ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hetta kann leggja lunnar undir eina hugburðsbroyting, ið kann minka ójavnan, sum er millum tey, sum eru væl fyri og tey, sum eru ringast fyri.

“Undantiltøkini hesa vikuna hava gingið uppá stás, og eitt stórt tal av føroyingum hava verið á skeiðunum. Hetta eru fyrst og fremst fólk, sum arbeiða við ungum og børnum, og nú hava tey førleikar at skipa fyri undirvísing í “Fit First 10” og “11 for Health”, og tað gleðast vit um”, sigur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Eftirmetingarnar av skeiðunum vísa, at luttakararnir eru væl nøgdir. Nøkur teirra siga soleiðis:

  • Heilt fantastiska spennandi skeið. Gott at skifta millum teori og praksis. Blívi forvitin eftir at vita meira um úrslitini av gransking innan konseptið.
  • Deiligt, at so nógv praktisk venjing er partur av skeiðinum
  • Prinsippini í “11 for Health” kunnu brúkast í nógvum samanhangum
  • Ordiliga spennandi og viðkomandi. Vit vilja gjarna í gongd sum skjótast á okkara skúla
  • Manualarnir, sum vit hava fingið, eru so sera brúkbarir, so tað er lætt at fara í gongd

“Hetta er eitt stórt tiltak við seks pinnpakkaðum døgum, sum bara hevur borið til, tí vit hava samstarvað so væl við Fólkaheilsuráðið Tórshavnar Kommunu og Fótbóltssambandinum. Eisini hava vit fingið góðan stuðul frá øðrum stovnum og fyritøkum”, sigur May-Britt Skoradal, forkvinna í samskipanarbólkinum fyri “Football is Medicine 2020” og ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum.

Síðsta skeiðið, sum eitur “Football Fitness”, verður í dag. Enn eru stundir at tekna seg við at senda teldupost til fhr@folkaheilsa.fo

Altjóða ráðstevnan “Football is Medicine 2020” er fyriskipað av Fróðskaparsetri Føroya, Syddansk Universitet, Fótbóltssambandi Føroya og Fólkheilsuráðnum.

Skráin fyri ráðstevnuna, sum verður leygardagin og sunnudagin er her:

https://www.setur.fo/fo/setrid/tiltok/skra-football-is-medicine-2020/