836 milliónir krónur í lønum í desembur

Vinna12-01-2018 - 19:24 - Jóanis Albert Nielsen

Jólamánaðurin er vanliga tann mánaðurin í árinum, tá mest verður útgoldið í løn, og soleiðis var eisini í fjør. Tá vórðu 836 milliónir krónur útgoldnar, og tað er met fyri einstakan mánaða. Trendurin fyri desembur, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 765 milliónir. Seinastu 4 árini hevur verið ein javnur vøkstur í lønargjaldingunum uttan summarið 2016 tá útgjaldingar stóðu meira í stað.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Nú árið er komið at enda, kann staðfestast at útgoldnu lønirnar í 2017 hava tilsamans verið góðar 9 mia. kr. í mun til góðar 8,5 mia. kr. árið fyri. Hetta er ein vøkstur á 5,7%. Vøksturin hevur verið støðugur seinastu fýra árini.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Lønargjaldingarnar eru nú eisini býttar á øki

Nýggj talva er nú tøk fyri lønargjaldingarnar í hagtalsgrunninum. Lønargjaldingarnar eru nú eisini skiftar á lønmóttakaraøki og kyn. Myndin niðanfyri lýsir lønarstøðið í ymsu økjunum seinastu tíggju árini.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Sí fleiri tøl íhagtalsgrunninum, har lønargjaldingarnar eru útgreinaðar á kyn, øki og vinnugrein.

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-inntøkur, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda, og ikki útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Hagtalsliga eindin er útgoldin upphædd í krónum og umfatar bara løn fyri útinnt arbeiði. Tað merkir, at aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir ikki eru roknaðar uppí.

Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka oman fyri nevndu krøv, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

Stutt um trendin

Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løngargjaldingunum.

Trendurin er eins og árstíðarjavnaði tøl reinsaður fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum.

Við trendtølunum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.