833.600 kr latnar í filmsstuðli

mentan12-11-2019 - 13:53 - Jóanis Nielsen

14 verkætlanir fáa filmsstuðul í seinna umfari í 2019. Inn komu 15 umsóknir.

Stuðulin hesaferð er á 833.600 kr. tilsamans og verður latin ymiskum verkætlanum, sum fevna víða – talan er um alt frá hugskotsmenning til framleiðslu og um bæði spælifilmar, stuttfilmar og heimildarfilmar.

Søkt var um tilsamans 1.514.468 kr.

Hesi standa fyri verkætlanunum, sum fingu stuðul í seinna umfari í 2019:

Umsøkjari: Játtað:
Trygvi Danielsen 132.000 kr.
Julia í Kálvalíð 103.600 kr.
Johan Rimestad 103.000 kr.
Rói Davidsen 100.000 kr.
Torfinnur Jákupsson 88.000 kr.
Heri í Ravnagjógv 60.000 kr.
Búi Egason Dam 42.000 kr.
Katrin Joensen-Næs 33.000 kr.
Theresa Jákupsdóttir 32.000 kr.
Sakaris Stórá 32.000 kr.
Franklin Henriksen 31.000 kr.
Franklin Henriksen 26.000 kr.
Jóhan Martin Christiansen 26.000 kr.
Zacharis Hammer 25.000 kr.

Verkætlanin “111 góðir dagar” við Trygva Danielsen fekk størstu stuðulsupphæddina á 132.000 kr. í hesum umfari. Talan er um ein spælifilm í fýra pørtum. Í stuttum viðger verkætlanin tað sosiala og eksistensiella einsemið í modernaðu tilveruni. Og stigtakarin sjálvur sigur, at “111 góðir dagar” sameinir svartan humor og menniskjasligt innlit til eina kensluliga dygdaruppliving, ið føroyskir filmsáskoðarar tráa eftir at fáa.