80'ini umaftur leygarkvøldið - vinn fýra atgongumerkir

Mentan01-03-2019 - 07:54 - Jóanis Albert Nielsen
Leygarkvøldið 2. mars skipar hondbóltfelagið H71 fyri væl umtókta tiltakinum "80'ini umaftur". H71 hevur skipað fyri tiltakinum árliga síðani 2013. 

Aftur í ár eru tað Finn og Niels Jensen sum venda plátum í Hoyvíkshøllini, og Showmenn vera eisini har við nøkrum gestasangarum sum spæla live. 

Tað eru bert nøkur heilt fá atgongumerkir eftir, fyrradagin vóru undir 40 atgongumerkir eftir. Atgongumerkir fáast á Magn-støðunum.

Vit burturluta fýra atgongumerkir í samstarvi við H71, trýst her fyri at lesa um tað.