80 ár síðan Merkið varð viðurkent

mentan25-04-2020 - 09:02 - Jóanis Nielsen

 Tað er í dag 80 ár síðan Merkið varð viðurkent av bretska hersetingarvaldinum. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógvar veittraði Merkið í mastrartoppinuum - Eitt stríð hjá føroyska fólkinum var vunnið.

Vanligt er at halda flaggdagin í flestu bygdunum, men, vegna corona, verður í ár einki flaggdagshald, soleiðis sum tey plaga at verða hildin - t.v.s. við skrúðgongu, sangi, horntónleiki og røðum.