72 harur á Norðurtriðingi í Sørvági

tíðindi03-11-2013 - 16:15 - Jóanis Nielsen

 Í gjár var av besta veðri at skjóta harur. Tað gekk eisini væl í nógvum hagapørtum.

Annfinn Joensen skrivar á Facebook - Ein góður dagur á Norðurtriðingi í Sørvági í dag. Vit vóru 8 mans og fingu 72 harur.

Tað plagar at liggja væl fyri á Norðurtriðingi, men sum við øllum - skjúttarnir skulu vera vanir bæði at skjóta - og ikki minni kenna hagan - har teir eru.

Vit hava eisini frætt frá oknadalsmonnum, har fingu teir 40 harur, teir vóru 4 mans.

Á Slættanesi fingu teir 28 harur, har vóru 5 mans.