700 fólk í sóttarhald

corona08-08-2020 - 14:42 - Jóanis Albert Nielsen
Seinastu dagarnar hava 70 fólk í Føroyum fingið staðfest korona, og hevur tað sett nógv fólk í sóttarhald. Yvirlitið á corona.fo vísir, at nú eru meira enn 700 fólk sum eru farin í sóttarhald.

Tann 4. august blivu 2 staðfest sjúk.

Tann 5. august blivu 14 staðfest sjúk.

Tann 6. august blivu 38 staðfest sjúk.

Tann 7. august blivu 16 staðfest sjúk.

Tað eru yvir 46.000 kanningar gjørdar í Føroyum, og av teimum eru 295 staðfest smitta, og 193 av teimum eru blivin frísk aftur.