7 lærarar á Giljanesi heiðraðir av Vága kommunu

mentan26-06-2018 - 20:31 - Jóanis Nielsen

 Á samkomu í Skúlanum á Giljanesi í dag vórðu 7 lærarar á Skúlanum á Giljanesi heiðraðir av Vága Kommunu fyri drúgva tænastu - tænastualdurin lá úr 29 uppí 42 ár.

Tað er fyrstu ferð, at kommunan heiðrar lærarar fyri drúgva tænastu, tí var eisini talan um so nógvar lærarar.

Tey 7 vóru:

Ingun Joensen fyri 32 ár

Sólfríð Nattestad fyri 29 ár

Oddmar Ravnsfjall fyri 37 ár

Tórhallur Simonsen fyri 32 ár

Hjørdis Joensen fyri 32 ár

Hervør Jørgensen fyri 35 ár

Birita Gunnarsdóttir fyri 42 ár.