68% valdu í Sørvági

Politikkur05-06-2019 - 20:06 - Jóanis Albert Nielsen
Nú valhølið í Sørvági lat aftur høvdu 68,4% av teimum sum høvdu valrætt í Sørvági verið á valið. Í tølum er tað 570 fólk av teimum 833, sum hava valrætt.

Til seinasta fólkatingsval vóru 60,9% av teimum sum høvdu valrætt á valið í Sørvági. Í tølum vóru tað 479 av 786.