600.000 kr. til nýggjan buss til Trivnaðargrunnin fyri sjúklingahotellið

Politikkur24-11-2020 - 17:08 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir umbøn frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi hjá Sambandsflokkinum, eru 600.000 krónur játtaðar á

tiltaksgoymsluni innan sosial-, heilsu-, og arbeiðsmarknaðarøkið 2021, vanliga nevnd satspuljan, til nýggjan buss til Trivnaðargrunnin fyri sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn.

Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið Tórshavn kann nú keypa ein nýggjan buss til sjálvbodna koyring av sjúklingum og avvarðandi, sum tey leingi hava ynskt sær. Tað er greitt, eftir at 600.000 krónur eru játtaðar til bussin av tiltaksgoymsluni innan sosial-, heilsu-, og arbeiðsmarknaðarøkið, vanliga nevnd satspuljan.

- Tað er eingin ivi um, at Trivnaðargrunnurin ger eitt megnar arbeiðið fyri sjúklingar og avvarðandi á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Eg eri tí sera glaður um, at allir flokkar á Folkatingi hava verið jaligir mótvegis okkara uppskoti og hava valt at ganga ynskinum á møti. Við teimum 600.000 krónunum, ið eru játtaðar, kann Trivnaðargrunnurin keypa ein nýggjan buss og framvegis gera gerandisdagin á sjúklingahotellinum eitt sindur lættari hjá teimum ið búgva har, sigur Edmund Joensen.

Trivnaðargrunnurin hevur í mong ár gjørt sjálvboðið arbeiði fyri sjúklingar og avvarðandi, sum í longri ella stytri tíð eru í sjúkraørindum í Danmark og búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn. Trivnaðargrunnurin er mannaður av eldsálum, sum brúka ein stóran part av síni frítíð til at hjálpa og økja um trivnaðin hjá føroyingum, sum eru í einari torførari støðu og langt burturi heimanifrá trygga umhvørvinum í Føroyum.

Hendan tilbúgvingin hevur ómetaliga stórt virði fyri tey, ið búgva á sjúklingahotellinum, og ein partur av hesi tilbúgvingini eru ókeypis útferðir við Sóljubussinum, sum bussurin hjá grunninum eitur. Hesar útferðir eru til stóra gleði fyri sjúklingar og avvarðandi, tá gerandisdagurin á sjúklingahotellinum gerst eintáttaður.

Sóljubussurin er tó niðurslitin, og Trivnaðargrunnurin hevur tí leingi ynskt sær, og savnað pening inn, til ein nýggjan buss við allari neyðugari útgerð. Ein nýggjur bussur kostar á leið 1,3 mió. kr., og grunnurin hevur sjálvur savnað inn 700.000 kr.

Við játtanini hjá Fólkatinginum verður nú møguligt hjá Trivnaðargrunninum at keypa ein nýggjan Sóljubuss, ið framyvir eisini kemur at gleða nógvar føroyingar og vónandi lætta um eina tunga støðu.