60% vilja hava linari upplatingartíðir

Politikkur22-03-2018 - 21:09 - Jóanis Albert Nielsen

Framsøkin Ung hevur í samstarv við SP/F Ó gjørt eina spurnarkanning, har ið lesandi ungdómar kring alt landið vórðu spurdir:


Um upplatingartíðirnar í Tórshavnar Kommunu vórðu endurskoðaðar, skuldu tær so veri:
1) Linari
2) Strangari
3) Veit ikki
Tað vísir seg, at ein greiður meirluti av ungdóminum ynskja eina linari lukkilóg. Kring alt landið svaraðu heili 56%, at tey ynsktu linari upplatingartíðir, ímeðan tey í høvuðsstaðarøkinum høvdu serliga sterkt ynski um hetta við 60%. Hugburðurin hjá ungdóminum vísir seg sostatt at vera rættiliga líkur í høvuðsstaðnum og útjaðaranum.
Tað vóru lutfalsliga fá, ið ynsktu at gera upplatingartíðirnar strangari, einans 7%. Hetta merkir sostatt, at næstan allir ungdómurin heldur, at upplatingartíðirnar kunnu ikki gerast minni lagaligar, enn tær eru í dag.

Eitt annað, ið er merkisvert við úrslitinum er, at heili 37% søgdu seg "ikki vita." Hetta kann hugsast at vera ein sterk ábending um, at hetta ikki er økið, ið fólk dagliga ganga og hugsa um, ella at spurningurin í roynd og veru er ov lítið viðgjørdur um alment.

Í samband við tað seinasta, so skipar Framsøkin Ung fyri kjaki um júst hetta evnið í morgin kl 20.00 í Reinsarínum (sí leinkju)
https://www.facebook.com/events/187426505203825/