F.v. Petur Hans Dahl próvdómari, Uni Hansen Miðvágur, Sámal Jákup Jørgensen Miðvágur, Jallgrím Jacobsen Sandavágur, Tórbjørn Poulsen Bøur, Oystein Jensen Sandavágur og Jón Eli Ole Jacobsen Sørvágur.

6 vágamenn hava fingið prógv í dugnaskapsroynd í sigling

mentan07-04-2018 - 19:31 - Jóanis Nielsen

Í dag fingu 6 vágamenn prógv í dugnaskapsroynd í sigling (Stóra dugnaskaparskeiðið í sigling). Teir hava í vetur gingið til undirvísing í Sørvágs kvøldskúla, har Jan M. Hjaltalin hevur verið lærari.

Próvtøkan fór fram á Vinnuháskúlanum í Havn, próvdómari var Petur Hans Dal.

Teir ið fingu prógv í dag vóru: Uni Hansen Miðvágur, Sámal Jákup Jørgensen Miðvágur, Jallgrím Jacobsen Sandavágur, Tórbjørn Poulsen Bøur, Oystein Jensen Sandavágur og Jón Eli Ole Jacobsen Sørvágur.

Vit á JN.fo ynskja tykkum hjartaliga tillukku.