6. umfar í dart var í Miðvági seinasta leygardag

ítróttur20-01-2018 - 13:10 - Jóanis Nielsen

6. umfar av FM-kappingunum í dart var í Miðvági leygardagin 13. januar.

Hjá monnum vóru 46 luttakarar, tað mesta í nýggjari tíð, meðan kvinnurnar bert vóru 7 í tali.

Menn

Orsøkin til, at luttøkan hjá monnum var met stór, var helst, at tann leikarin, ið fekk flest stig burtur úr báðum kappingunum henda dagin, tryggjaði sær luttøku í Iceland Open á páskum. Kanska var tað eisini tí, at so mikið sum 19 180’arar komu henda dagin.

Orsakað av stóru luttøkuni vóru nógvir bólkar, har leikararnir vóru javnt sterkir og spenningur var í fleiri bólkum líka til tað síðsta, um, hvør kom víðari til A-bólkin og hvør mátti í B-bólkin. Flestu av hægst styrkismettu leikarunum megnaðu at koma í A-bólkin, men tað vóru bert tríggir, ið komu víðari sum 1’arar.

B-bólkurin

Av tí at bert 16 sleppa í A-bólkin, gjørdist B-bólkurin eisini rættuliga sterkur. Menn sum Ólavur Ellingsgaard, Jørgen Meitilberg og Jan Erik Fjallstein náddu ikki eingang fjórðingsfinalurnar. Jón Johansen var hesaferð í B-bólkinum, men har vann hann greiðar 3-0 sigrar á Jan Erik og Hera Kallsoy, áðrenn hann í hálvfinaluni rendi seg í Oddfinn Hansen. Oddfinn gav ikki Jón nógvar møguleikar og vann greitt 3-1 og var harvið í finaluni. Í hinari hálvfinaluni hittust Kristian Joensen og Gunnar Mouritsen. Gunnar vann 3-1 og var harvið komin í finaluna. Í finaluni var Oddfinn tann stinnari og vann Oddfinn sostatt B-bólkin.

A-bólkurin

At teir flestu styrkismettu spælararnir blivu 2’arar í bólkaspælinum gjørdi, at dystirnir í 1/8-finalunum á pappírinum ikki vóru so javnir. Tó gjørdist dysturin millum Jan McIntosh og Bergur Kluftá sera spennandi. Teir máttu út í sjeynda og avgerðandi settið, áðrenn Jan megnaði at vinna 4-3.

Í 1/4-finalunum brustu fleiri av favorittunum saman og flestu dystirnir gjørdust tættir og støðið var høgt. Bjartur Olsen vann 4-3 á Esmari Mikkelsen. Jan McIntosh mátti aftur út í ein 7-settara móti Boga Isaksen, har Jan aftur vann 4-3. Eisini Remy Gaardlykke og Uni Árting brustu saman í spennandi dysti. Báðir høvdu sett uppá 14 pílar, men Remy var tann drúgvari og vann 4-2.

Jan McIntosh møtti í hálvfinaluni Peturi Thomsen. Her vann Jan greiðan 4-0 sigur. Í hinari hálvfinaluni hittust Remy Gaardlykke og Bjartur Olsen. Báðir spældu væl, men Remy var favorittur og vann eisini dystin 4-2.

Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Remy Gaardlykke. Tveir góðir spælarar í eini góðari finalu. Og teir máttu allan vegin út í 9. og avgerðandi settið, áðrenn ein vinnari varð funnin. Remy vann 5-4.

Beinleiðis CUP

Seinna kappingin hjá monnum er cup-dystir allan vegin uttan nakra styrkismeting, og tá spyrjast altíð áhugaverdir dystir burturúr beinanvegin. Til dømis hittust vinnarin av A-bólkinum og vinnarin av B-bólkinum longu í 1/16 finaluni. Og her megnaði Oddfinn Hansen at koppa Remy Gaardlykke. Oddfinn vann 4-2.

Í 1/8 finaluni rendi Oddfinn seg so í hin finalistin í A-bólkinum, Jan McIntosh. Men nú var eingin megi eftir í Oddfinni, sum tapti 4-0. Bogi Isaksen vann mest spennadi dystin í hesum umfarinum 4-3 móti Allan við Rætt.

Í 1/4 finaluni vunnu Uni Árting og Jan McIntosh greiðar sigrar. Esmar Mikkelsen vann í einum tøttum dysti 4-3 á Monrad Mouritsen. Í síðstu fjórðingsfinaluni hittust tveir favorittar, Petur Thomsen og Bogi Isaksen. Petur kom á odda 3-1 og sá út til at tryggja sær pláss í hálvfinaluni. Men so gjørdi Bogi eitt flott come-back, og við 19, 18 og 18 pílum vann Bogi dystin 4-3.

Nú var stórur spenningur um lutakastið til hálvfinalurnar, tí allir 4 hálvfinalistarnir kundu tryggja sær luttøku í Iceland Open. Jan McIntosh skuldi bara koma í finaluna, so hevði hann flest stig. Kom Jan hinvegin ikki í finaluna, høvdu hinir tríggir møguleikan, tí so slapp vinnarin av finaluni til Íslands.

Lutakastið førdi við sær, at Esmar møtti Boga, meðan Uni møtti Jan. Og tað blivu tvær rimmar hálvfinalur. Esmar kom skjótt á odda 3-1, men Bogi megnaði enn einaferð at gera come-back til 3-3. Men so mannaði Esmar seg uppaftur og vann 4-3. Í hinari hálvfinaluni løgdu báðir út sum eitt óløgi. Eftir 12 pílar stóð Jan á 64 og Uni 80, Jan lukkaði settið við pílum. Jan legði út aftur við 140 og 100, men allíkavæl megnaði Uni at javna. Jan legði aftur hart út í triðja settið og stóð á 38 aftaná 12 pílar, men mátti tó brúka nógvar pílar aftrat, áðrenn hann vann settið. Nú gingu kreftirnar hjá Jan undan og Uni vann 3 sett á rað. Í 6. setti lukkaði Uni við 152 og 15 pílum og vann sostatt dystin 4-2.

Finalan gjørdist sostatt eisini ein beinleiðis uppgerð um luttøku í Iceland Open. Bæði Uni og Esmar spældu væl og teir fylgdust til 3-3. Í sjeynda settið helt Esmar seg hava lukkað til 4-3, men hann rakti skeivan double, og hóast hann slapp at royna einaferð aftrat, so var konsentratiónin farin og Uni fór avstað við settinum. Uni tók eisini næsta settið og vann sostatt finaluna 5-3.

 

Kvinnur

Eins og hjá monnunum var luttøka í Iceland Open við í roknistykkinum. Tó kvalifisera kvinnurnar seg yvir trý vikuskiftir.

Í bólkaspælinum hjá kvinnum gjørdist beinanvegin greitt, at tveir leikarar skaraðu framúr. Liss á Fjallinum og Lýdia á Smið vunnu allar dystirnar í sínum bólki og tær báðar leiktu seg eisini fram til finaluna. Lýdia vann í hálvfinaluni 3-2 móti Joan Edvør Thomasen, meðan Liss vann 3-0 móti Gunnbjørg Dam. Alt talaði fyri eini javnari finalu, men Lýdia var klárt tann betra og vann trygt 4-1.

Lýdia á Smið var aftur í finaluni í seinnu kappingini eftir at hava vunnið á Anniku Joensen í hálvfinaluni. Hin finalisturin var Gunnbjørg Dam. Hon hevði vunnið hálvfinaluna móti Vivian Andersen. Heldur ikki í hesi finaluni lat Lýdia nakran iva verða um, at hon var besti kvinnuligi leikarin hendan dagin. Lýdia vann finaluna og fór sostatt ósigrað gjøgnum báðar kappingarnar.

D16 skipar fyri næstu kapping, ið verður á Svangaskarði 27. januar.

Úrslit:

Menn A-bólkur

1. Remy Gaardlykke (D16)

2. Jan McIntosh (HDF)

3. Petur Thomsen (D16)

3. Bjartur Olsen (ADF)

Hægst útgang: Allan við Rætt 141

Fæst pílar: Remy Gaardlykke 14

 

Menn B-bólkur

1. Oddfinn Hansen (HDF)

2. Gunnar Mouritsen (HDF)

3. Jón Johansen (VDF)

3. Kristian Joensen (KDF)

 

Kvinnur (kapping 1)

1. Lýdia á Smið (Kaldbak)

2. Liss á Fjallinum (HDF)

3. Joan Edvør Thomasen (VDF)

3. Gunnbjørg Dam (VDF)

Hægst útgang: Lýdia á Smið 69

Fæst pílar: Gunnbjørg Dam 34

 

Menn beinleiðis cup

1. Uni Árting (HDF)

2. Esmar Mikkelsen (Pílar & skot)

3. Jan MacIntosh (HDF)

3. Bogi Isaksen (KDF)

Hægst útgang: Uni Árting 160

Fæst pílar: Gunnar Mouritsen 15

 

Kvinnur (kapping 2)

1. Lýdia á Smið (Kaldbak)

2. Gunnbjørg Dam (VDF)

3. Annika Joensen (Team Sandoy)

3. Vivian Andersen (HDF)

Hægst útgang: Gunnbjørg Dam 88

Fæst pílar: Gunnbjørg Dam 23